TIL SØLU

 Vælverustovan Monroe og Frisørstovan Monroe

 eru nú til sølu, saman ella hvør sær.

Vælverustovan Monroe liggur í handilsøkinum við Streymin, við Norðskála. Hildið verður til í leigaðum hølum, sum eru innrættaði júst til endamálið. Hølini eru sera snøgg, við nútímans hentleikum til vælverustovu og frisørsalong. Frisørsalongin er stór og rúmlig við 7 frisørstólum, tveimum vaskum og tveimum make-up plássum. Vælverustovan hevur tvey viðgerðarrúm til kostmetolog/massagu/spa o.s.fr., eitt gosbað og eina hugnaliga gongd við bíðirúmi.

Frisørstovan Monroe liggur á Heygavegi 19 í Klaksvík. Hildið verður til í leigaðum hølum, sum eru bygd til endamálið. Frisørsalongin er ný ístandgjørd, er sera snøgg við nútímans hentleikum. Frisørsalongin er rúmlig við 6 frisørstólum, tveimum vaskum, tveimum make-up plássum og einum viðgerðarrúmi til kostmetolog/massagu o.s.fr..

Monroe hevur fasta avtalu um vistfrøðilig produktir, og eru annars góðir møguleikar at vaksa um virksemi.

Um tú ert áhuga í at keypa báðar ella aðra salongina, ella at hoyra meira um Monroe, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mimi Steintórsdóttir, advokat á tlf. 506030 og t-post This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it

Sí annars myndir av Vælveru- og Frisørstovuni Monroe á heimasíðuni www.monroe.fo ella  www.lawfirm.fo